HUMLA

HUMLA HUMLA - Humanioralesandi á Amager - er lestrarfelag fyri føroyingar og onnur við føroyskum tilknýti, ið lesa á hugvísindadeildini á KU

**Dansk**
HUMLA er en studenterorganisation for færinge og andre med færøsk tilknytning, der læser eller har læst humaniora ved Københavns Universitet.

🚶🏽Amarminoen🚶🏻‍♀️HUMLA X SAMVINNAN🚶🏼‍♂️Leygardagin 13. juni fara vit at krossa Amarmino-gongutúrin av, sum er eitt must,...
07/06/2026

🚶🏽Amarminoen🚶🏻‍♀️HUMLA X SAMVINNAN🚶🏼‍♂️

Leygardagin 13. juni fara vit at krossa Amarmino-gongutúrin av, sum er eitt must, tá ið mann býr í Keypmannahavn! 🥾

Sambært Google tekur túrurin seks tímar, tí møtast vit kl. 10 uttanfyri H á ØK áðrenn vit fara við bussinum til Dragør 🚌

Gongutúrurin byrjar uml. kl. 11, og um Google hevur rætt, so eru vit liðug kl 17!

Tað er umráðandi at hava vatn, mat, snacks, sólkrem (sera umráðandi) og annað við. Og at lata eg í eftir veðrinum er eisini smart ✨

Aftaná vit væl og virðiliga hava klárað okkara 10.000 skritt, og fólk hava verið heima og etið og í brús, møtast vit til eina øl, sum vit kunnu leggja nærri til rættis aftaná túrin.

Vit gleða okkum til gongutúrin saman við tykkum! 🚶🏽🚶🏻‍♀️
- Humla og Samvinnan

Nær: Leygardagin 13. juni
Hvar: Uttanfyri H á ØK kl. 10

🌻🪺 Páskafrokost 2. mai 🪺🌻Freistin at tekna seg til ársins páskafrokost er í dag 🐇Páskafrokosturin er ein góður blandað b...
27/04/2026

🌻🪺 Páskafrokost 2. mai 🪺🌻

Freistin at tekna seg til ársins páskafrokost er í dag 🐇

Páskafrokosturin er ein góður blandað bomm posi: VÁS, NÁK, PLÍK, SVÍN og HUMLA ✨
Vit fara at eta gott, drekka nokk og undirhaldast til topps!

Melda teg til við at flyta 150kr og viðmerkja navn og lestrarfelag til:

Mobilepay: 6625UN
ella
Banki: 6460-0006438719

Við í prísinum er matur og eitt sindur av drekkivørum, men mann er vælkomin at taka egnar drekkivørur við 🥂

Vit síggjast 2. mai 🐇

Hvar: Beboerhuset á Solbakken Kollegiet
Nær: 2. mai kl 14.

🍦 og 🍷 við Humla!Nú sólin er byrja at siga “heyyy”, vilja vit gjarna bjóða tykkum humanioralesandi til tvær kúlur og vín...
13/04/2026

🍦 og 🍷 við Humla!

Nú sólin er byrja at siga “heyyy”, vilja vit gjarna bjóða tykkum humanioralesandi til tvær kúlur og vín 21. apríl. 🌞

Vit byrja kl 17 í Ismageriet á Amager og aftaná spasera vit yvir til ØK at drekka vín.

Tað einasta tú skal gera er at møta upp - vit syrgja fyri restini!

Hvar: Ismageriet á Amager og ØK
Nær: 21. apríl kl 17.

Vit síggjast har 🍦🌞🍷

Adresse

København S
2300

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når HUMLA sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til HUMLA:

Genveje

Del